2024-10-17 08:25
Um klokkan trý seinnapartin í gjár varð boðað frá, at eldur var komin í eina gravimaskinu á Argjum.
Ógreitt er, hví eldur kom í maskinuna, men málið verður kannað, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Lagt verður afturat, at maskinan fekk stóran skaða. Um hon var í nýtslu, tá eldurin kyknaði, veit vaktleiðarin ikki at siga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald