Innanlands

Eldur í gravimaskinu

Hildið verður, at eldurin kyknaði í einari sikringsboks, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-01 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár, nakað eftir klokkan hálvgum fýra, varð boðað frá eldi í einari gravimaskinu í Suðuroynni.

Gravimaskinan brendi rættiliga illa, og húsið á maskinuni er kolað upp.

Átaksleiðarin í økinum fekk sløkt eldin við pulvursløkkjara.

Hildið verður, at eldurin kyknaði í einari sikringsboks, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at maskinan hevði verið í nýtslu umleið 45 minuttir áðrenn eldur kom í.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder