Innanlands

Eldur í gravkúgv

Løgreglan sperraði økið av við Kollafjarðartunnilin eina løtu seinnapartin, men nú er opið aftur

2024-05-23 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri løtu síðani kom eldur í eina gravkúgv, sum stóð við busskýlið uttanfyri Kollafjarðartunnilin.

Løgreglan sperraði økið av, tí vandi er fyri, at dekkini kunnu spreingjast, og tí mugu fólk koyra eftir Oyggjarvegnum. Eitt dekk sprongdist og fór einar 30 metrar niðan í hagan, sigur vaktleiðrin á løgreglustøðini í Havn.

Eingin mansskaði stóðst av hendingini.

Dagføring kl. 16.02: Nú er opið aftur, og tað er trygt at koyra framvið, sigur løgreglan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder