
Tað er ikki óvanligt, at óbodnar gestir hava verið í HB-húsinum, og mangan hevur verið illa farið um, men leygarkvøldið kundi verið heilt galið.
Hetta skrivar Havnar Bóltfelag á Facebook-síðu sínari.
- Um ikki vakin venjari kom, so er ikki vist at HB húsið stóð í dag. Í fleiri rúmum var eldur settur á papír og í einum rúmi kom venjari á eina av stóru wc rullunum, sum eldur var í.
Í hesum sambandi sendir felagið eina áheitan á foreldur um at tosa við børn síni, og at greiða teimum frá um øðiligu avleiðingarnar, sum kunnu standast av hesum.
- Vit vita ikki, hvør tað er, men vit ynskja so innarliga, at øll eru góð við HB húsið og at øll hava møguleika at brúka húsið. Tí hava vit ikki havt tað stongt. Um ikki broyting kemur í, so føla vit okkum noydd til at stongja, og so hevur ongin vunnið nakað.
Hetta er undirskrivað av Pálli Mohr Joensen, formanni í HB, ið ynskir, at ein góð loysn verður funnin saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald