Uttanlands

Eldur í hetlendskum gistingarhúsi

Í nátt kyknaði eldur í Moorfield Hotel, sum eftir ætlan skuldi lata aftur fyrst í august – Øll eru komin út í øllum góðum, men bygningurin hevur fingið stóran skaða

Mynd: Shetland Times

Mynd: Shetland Times

2020-07-27 10:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan hálvgum eitt í nátt fekk skotska sløkkiliðs- og bjargingartænastan eina fráboðan um, at eldur var kyknaður í Moorfield Hotel í hetlendsku bygdini Brae.

Klokkan átta í morgun vóru í minsta lagi seks sløkkiliðsbilar á staðnum.

BDL Hotels, sum eigur gistingarhúsið, boðaði í juni frá, at at Moorfield Hotel fór at lata aftur í september, men síðan tá er afturlatingin framskundað til 5. august.

Meginparturin av gestunum, sum gistu á Moorfield Hotel høvdu verið arbeiðsfólk á gassverkinum í Hetlandi, men Total samtakið, sum eigur gassverkið, hevur tikið avgerð um, at tey ikki longur skulu hýsast har.

Uttan teirra høvuðsinntøkukeldu ber ikki til at halda fram við virkseminum á Moofield Hotel, søgdu BDL sambært Shetland Times.

Sambært sløkkiliðnum eru øll sloppin úr gistingarhúsinum, men sum skilst, er eldurin enn ikki sløktur.

[object Object](Mynd: Shetland Times)

Bygningurin hevur fingið nógvan skaða, og fleiri starvsfólk á Moorfield umframt 80 arbeiðsfólk frá gassverkinum hava mist allar sínar ognir, og stig er tikið til eina innsavning á GoFundMe, so hesi kunnu fáa nýggj klæðir og annað, sum tey hava brúk fyri.

Enn er ikki greitt, hví eldurin kyknaði í gistingarhúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder