- Eldur er góður tænari men ringur harri
Soleiðis ljóðar gamla orðatakið, og tað er vanligt, at man ansar sær, tá man fæst við at "futta av" gamlaárskvøld.
Hetta hava føroyingar sum heild gjørt í sambandi við hetta nýggjárið. Í øllum førum hava tey á løgreglustøðini ikki fingið serliga nógvar fráboðanir, sum hava við fýrverk at gera.
Ein av teimum fyrstu fráboðanunum 31. desember 2024 snúði seg um eld - men ikki um fýrverk. Eldur kom í motorin á einum bili í Vágum. Hetta var í gjáramorgunin. Vaktleiðarin greiðir frá, at tað vísti seg, at tað helst var tekniskt brek, og eigarin fekk sløkt tað sjálvur; áðrenn nakar kom á staðið.
Um 20-tíðina í gjárkvøldið kom eldur í deyðagras á Toftum. Hetta var fýrverk, sum setti eld í tað. Sløkkiliðsleiðarin í økinum kom saman við sløkkiliðsfólki á staðið og fekk skjótt sløkt tað.
Sum heild vóru nakrar líknandi støður, har vandi ongantíð veruliga var á ferð - ella har vandin heilt skjótt var av. Soleiðis var millum annað við stóra báli í Vági, haðani fráboðan kom umleið klokkan trý í nátt. Har var nakað av hoyggi, sum eldur kom í, og tað eydnast skjótt at sløkkja.
Tað gjørdi tað eisini í Dali, har eldur kom í eitt flagtak. Hetta var tó bert í grasi sjálvt og ikki niður í sjálvt húsið. Her var fýrverk eisini uppá spæl.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn veit at siga, at ein persónur fekk læknahjálp vegna fýrverk í gjárkvøldið/í nátt. Viðkomandi ringdi inn, tí hann fekk ein skaða av einum battaríi. Tað var tó ikki talan um stóran skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald