Innanlands

Eldur í húsum í Havn

Eldurin, sum kyknaði í einum húsum í gjár, varð skjótt sløktur aftur – Ein persónur varð fluttur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, og orsøkin til eldin verður nú kannað

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-05 08:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið, um 18-tíðina, varð boðað frá eldi í einum húsum í Havn.

Sum skilst, var talan ikki um stóran eld, og vóru løgregla og sløkkilið skjót á staðið at sløkkja eldin.

Húsini hava fingið nógvan roykskaða, og ein persónur var fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar í gjár.

Enn veit løgreglan ikki at siga, hvussu eldur kom í húsini, men tað verður kannað í dag, sigur vaktleiðarin á politistøðini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder