
Í morgun, stutt áðrenn klokkan sjey, varð boðað frá eldi í einum húsum í Sørvági.
Tvey fólk vóru inni í húsinum, og tíbetur vóru tey uppi, so tey sjálvi varnaðust eldin, og vóru tey komin út, tá sløkkiliðið kom á staðið, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Eldur var komið í eitt borð, og gekk tað skjótt at fáa sløkt eldin. Sum skilst var eingin álvarsamur skaði, men ein veggur var blivin so heitur, at hann mátti brótast niður.
Hildið verður, at tað vóru tvey battarí, sum lóu á borðinum, sum var orsøkin til eldin. Talan var um battarí, sum vórðu framleidd í Kina og keypt á netinum, men um hesi veruliga vóru orsøkin til eldin, mugu nærri kanningar vísa, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald