Í minsta lagi ein persónur hevur latið lív, eftir at eldur kom í Kyoto Animation Studio í vesturjapanska býnum Kyoto.
Kyoto Animation Studio er ein teknifilmsverkstova, sum verður nevnt KyoAni, og sum seinastu 38 árini hevur framleitt nógvar teknifilmar og teknifilmsrøðir.
Í bygninginum, sum er í trimum hæddum, arbeiddu fleiri enn 70 starvsfólk.
Eldur kom í klokkan 10.30 lokala tíð, og hildið verður, at fleiri kunnu vera deyð, skrivar DR.
Sambært talsfólki hjá lokala sløkkiliðnum, hava fleiri enn 30 fólk fingið skaða, og hjá 10 teirra er støðan hættislig.
Enn verður arbeitt við at fáa fólk úr bygninginum.
Lokala løgreglan hevur handtikið ein mann, sum skal eitast at hava stoytt brennievni í bygninginum, og løgreglan heldur, at talan er um eldáseting. Maðurin, sum er vorðin handtikin fekk, sambært tíðindastovuni AP, eisini skaða av eldinum.
Fleiri vitni siga, sambært lokala sløkkiliðnum, at tey hoyrdu ein brest á fyrstu hædd í bygninginum.
Tað tók fleiri tímar at fáa tamarhald á eldinum.
Í februar í fjør lótu 11 fólk lív, tá eldur kom í eitt røktarheim í býnum Sapporo í norðurjapan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald