Í minsta lagi 12 persónar lótu lív og 11 vórðu særd, eftir at eldur kyknaði í einari karaokebarr í Suðurvietnam, og bjargingarfólk leita framvegis eftir fleiri ofrum í bygninginum.
Tað upplýsa lokal embætisfólk í høvuðsstaðnum Hanoi sambært Ritzau.
Sambært einum vitni, vóru 40 fólk í bygninginum, tá fyrsti sløkkiliðsbilurin kom á staðið. Nógv skundaðu sær út gjøgnum høvuðsdyrnar, men nógv onnur lupu eisini út gjøgnum vindeyguni og brutu hendur og bein.
Talan er um deyðiligasta eldin í Vietnam síðan 2018, har 13 fólk í einum íbúðarbygningi í býnum Ho Chi Minh lótu lív.
Í 2016 lótu 13 fólk eisini lív á einari karaokebarr í Hanoi, og úrslitið av hesum var eitt landsumfevnandi átak fyri betri trygd og eftirlit við skeinkistøðum – eitt nú karaokebarrir. Í august lótu trý sløkkiliðsfólk eisini lív, tá eldur kyknaði á einari karaokebarr í høvuðsstaðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald