Innanlands

Eldur í Klaksvík í nátt

Seinnapartin í gjár varð boðað frá eldi í einum gomlum lastbili á Viðareiði, og í nátt var eldur í einum sethúsum í Klaksvík – Eingin fólkaskaði var, og bæði málini skulu nú kannast nærri, sigur løgreglan

2024-03-23 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan fingið tvær fráboðanir um eld, og málini verða nú kannað nærri.

Seinnapartin í gjár, um klokkan hálvgum fýra, varð boðað frá eldi í einum gomlum lastbili á Viðareiði.

Hildið verður, at talan kann hava verið um skammlop, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at eingin fólkaskaði var.

Í nátt klokkan 1.12 kom ein fráboðan um eld í einum sethúsum í Klaksvík.

Ein maður hevði varnast, at nógvur roykur kom úr kjallaranum, og fekk hann konu og børn úr húsunum. Sløkkiliðið varð boðsent, og tók tað ikki langa tíð hjá teimum at sløkkja eldin.

Sum skilst var talan ikki um stóran eld, og um klokkan hálvgum 1.30 var hann sløktur. Heldur ikki í hesum førinum var nakar fólkaskaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder