Innanlands

Eldur í Ørðavíkarlíð í nátt

Eldurin, sum varð fráboðaður í einum bygningi í Ørðavíkarlíð, beint fyri midnátt, tók fýra tímar at sløkkja, og løgreglan kannar nú orsøkina

(Savnsmynd: Jens kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens kr. Vang)

2022-05-09 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Beint fyri midnátt varð boðað frá, at eldur var í einum vinnubygningi í Ørðavíkarlíð.

Sløkkilið og løgregla vórðu send á staðið, og tað tók drúgva tíð at sløkkja eldin, sigur løgreglan, sum upplýsir, at eldurin var ikki sløktur fyrr enn klokkan 4.20 í morgun.

Eingin fólkaskaði var, sigur løgreglan, sum í morgun ikki veit at siga, júst hvussu stórur skaði bygningurin hevur fingið.

Har eru fleiri skúrar og barakkir nærindis bygninginum, og enn vita tey heldur ikki, hvør orsøkin er til eldin, men tað verður kannað nú, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder