Út móti nátturðatíð í gjárkvøldið varð boðað frá eldi í eini ruskbingju, sum stóð í Árnafirði.
Ongin illgruni er um, at eldurin er ásettur við vilja. Men illgruni er um, at kanska er talan um, at fýrverk, ið møguliga framvegis hevur verið gløðandi, sum er koyrt í bingjuna, sum so hevur fest eld í.
Løgreglan heitir tí á fólk um at tryggja sær, at fýrverk er sløkt ordiliga – kanska ligið í vatni – áðrenn tað verður beint burtur.
Eldurin í ruskbingjuni varð skjótt sløktur, tí tað var ikki nógv rusk í bingjuni.
Annars hevur náttin verðið friðarlig hjá løgregluni. Ein drukkin persónur hevur ligið nátt á støðini. Hann var til ampa fyri eitt húski í høvuðsstaðnum, og persónurin varð tí tikin við á støðina at sova rúsin av sær.
Í gjár varð boðað frá einum innbroti í ein hjall í Miðvági, sum helst er hent nýggjársaftan. Eisini her var talan um stuldur av rúsandi løgi.
Løgreglan í Suðuroy hevur havt ein mann inn til avhoyringar í sambandi við eitt harðskapsmál í Vági á nýggjárinum, sum nú verður kannað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald