2024-05-22 13:31
Nógvur útrykningur í Sundalagnum. Av løgreglustøðini verður sagt, at fráboðan er um eld í einum sethúsum við Norðskála.
Talan er um stóran eld, men hvussu umfatandi eldurin er, er ikki greitt í løtuni. Upplýst verður í løtuni heldur einki um, um nakar var í húsinum, tá eldurin kyknaði.
Sløkkiliðið er komið á staðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald