Innanlands

Eldur í sethúsum á Viðareiði

Nógvur roykur og harvið nakað av roykskaða. Sløkkilið var tó skjótt á staðnum og fekk tamarhald á støðuni

Tíbetur fekk eldurin ikki breitt seg so nógv úr uppíbyggingi, og eingin mansskaði var

Tíbetur fekk eldurin ikki breitt seg so nógv úr uppíbyggingi, og eingin mansskaði var

2024-03-20 07:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað koma nógvar fráboðanar um eldsbrunar fyri tíðina, og í gjár var galið í einum gomlum sethúsum á Viðareiði.

Vatkleiðarin á løgreglustøðini í Havn greiðir útfrá rapportini frá, at roykur kom í um tíggju-tíðina. Tað var rímiliga nógvur roykur, og nakað av eldi var eisini kyknaður.

Tíbetur fekk eldurin ikki breitt seg nakað serligt, og eingin mansskaði var. Sløkkiliðið norðanfyri var skjótt á staðnum og fekk tamarhald á støðuni.

Fyri at binda um heilan fingur eru húsini á Viðareiði nú sperraði av, og ein sonevnd eldvakt er aftur: Hetta um tað skuldi kykna aftur. Tað skal eisini kannast nærri, júst hví eldur kom í.

Vatkleiðarin sigur, at húsini hava fingið nakað av roykskaða. Eldurin kyknaði fyrst í ein uppíbygging. Hann spreddi seg nakað, men hetta gjørdi støðuna lættari, í mun til trygdina, tá eldurin skuldi sløkkjast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder