Innanlands

Eldur í sethúsum í Vági

Ógreitt er hví eldurin er kyknaður

2021-12-14 16:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring 17:01: Gudmund Jacobsen, sløkkiliðsleiðari, sigur við Suðurrás, at eldurin er um at vera sløktur.

----

Seinnapartin síðani varð boðað frá eldi í sethúsum á Marknoyri í Vági. Tað skrivar Suðuroyarportalurin.

Fólk vóru skjót á staðið og sløkkilið er eisini komið á staðið.

Ógreitt er hví eldurin er kyknaður. Suðurrás skrivar, at tað sum skilst eru fólk í húsinum sloppin út í øllum góðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder