2021-10-30 10:39

Klokkan umleið seks í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var kyknaður í einari smáttu við traðirnar millum Birnugøtu og Svartafoss í Havn.
Hví eldur kyknaði í smáttuni, veit løgreglan ikki at siga.
– Vit vita ikki, um eldurin var ásettur, ella hvussu, men tað verður kannað nærri, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at smáttan nærum er brend í grund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald