Eldur er í stóra russiska flogberanum ”Admiral Kuznetsov”, sum ligur við bryggju við eina skipasmiðju í Severomorsk uttan fyri Murmansk.
Tað skriva russiskir fjølmiðlar í dag, sambært nrk.no
Eldurin kyknaði í sambandi við sveisingararbeiði umborð á skipinum. Neistar raktu ein el-kaðal, sum eldur kom í, skrivar Tass-tíðindastovan.
Eitt fólk er saknað og tíggju hava fingið skaða – seks av teimum liggja á sjúkrahúsi til viðgerðar. Støðan hjá tí eina er álvarslig.
Sløkkiliðini hava trupult til at koma fram til eldin orsaka av tjúkkum svørtum royki.
Sambært leiðsluni á skipasmiðjuni vóru 400 starvsfólk umborð á skipinum, tá eldurin kyknaði. Tey eru øll flutt av skipinum.
”Admiral Kuznetsov” er frá 1995 og verður kallað flaggskipið í russiska herflotanum. Á skipinum eru 12 krússararakettir, 21 jagaraflogfør og 20 tyrlur. Skipið er eitt bland av einum flogbera og einum krússara – russarnir kalla tað ein flogberandi krússari.
Skipið hevur seinastu tvey árini ligið í Murmansk til umvælingar. Í 2018 koppaði ein krani niður á dekki og hetta førdi til stórar oyðileggingar á skipinum. Men tað hava eisini verið onnur óhapp. Tá skipið skuldi úr flótidokkini, sakk dokkin, og hetta var orsøk til nýggjar skaðar á skipið, skrivar NRK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald