Sunnumorgunin kyknaði eldur í suðurafrikanska tjóðartinginum í Cape Town. Tað skriva fleiri miðlar í dag.
Hetta hendi uml. klokkan 5.30 lokala tíð, og nú, fleiri tímar seinni, hevur sløkkiliðið fingið tamarhald á eldinum, men sagt verður, at tað kann taka fleiri tímar afturat, áðrenn hann er heilt sløktur.
Ongar fráboðanir eru komnar um fólkaskaða. Tjóðartingið er í feriu í løtuni.
Fyrstu frágreiðingarnar góvu ábendingar um, at eldurin, sum kyknaði á triðju hædd, kyknaði á einari skrivstovu, og síðani spreiddi hann seg.
Enn er einki upplýst um, hvat kann hava verið orsøkin til, at eldur kom í, men løgreglan kannar málið, verður upplýst.
Suðurafrikanski tjóðartingsbygningurin í Cape Town er gamal – elsti partur av bygninginum er frá 1884. Nýggjasti parturin er frá 1980unum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald