Uttanlands

Eldur í tangaskipi við oljuterminal í Noregi

80 fólk eru flutt burtur frá Sture-terminalinum uttan fyri Bergen

(Mynd: NRK)

(Mynd: NRK)

2019-09-13 12:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eldur er komin eitt oljutangaskip, sum liggur við Sture-oljuterminalin á Alvøynna uttan fyri Bergen.

NRK skrivar, at 80 starvsfólk eru flutt burtur frá terminalinum.

Tað var beint eftir klokkan 11 lokala tíð, at boðað varð frá, at eldur var umborð á tangaskipinum Dubai Harmony. 102 fólk vóru á terminalinum, og nú eru bert tey 22 í tilbúgvingini eftir.

30 eru umborð á bátinum, hesi eru ikki farin frá borði enn, skrivar NRK. Dubai Harmony siglir undir liberianskum flaggi og er 250 metrar langt.

Sløkkilið úr Bergen eru send út til terminalin at hjálpa til við sløkkiarbeiðinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder