Í minsta lagi 29 fólk lótu lív, eftir at eldur kyknaði í einum náttklubba í turkiska býnum Istanbul seinnapartin í gjár.
Tað upplýsa lokalir myndugleikar sambært altjóða miðlum.
Eldurin kyknaði stutt fyri klokkan 13 í gjár lokala tíð í náttklubbanum Club Masquerade, sum var undir umvæling.
Náttklubbin var í kjallaranum í einum bygningi við 16 hæddum.
Sambært Ritzau er ógreitt, um øll tey, sum lótu lív, vóru inni í Club Masquerade, og um tey doyðu av brunaskaða ella av roykeitran. Tó er greitt, at øll tey, sum arbeiddu við at umvæla náttklubban, lótu lív.
Fleiri onnur fingu eisini skaða og vórðu flutt á ymisk sjúkrahús í Istanbul-økinum. Í fyrstu atløgu var talan um 12 fólk, sum vóru álvarsliga løstað, og fleiri teirra hava síðani latið lív.
Sambært tuskiska miðlinum Hürriyet var tað ein spreinging, sum var orsøkin til, at eldur kom í. Turkisku myndugleikarnir kanna málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald