Uttanlands

Eldur í Yosemite-tjóðargarðinum í Kalifornia

Eldurin hevur longu brent eitt øki á 6,7 ferkilometrar, og orsøkin til eldin verður nú kannað

(Mynd: AP)

(Mynd: AP)

2022-07-11 10:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein av størstu amerikansku tjóðargarðunum, Yosemite í Kalifornia er í løtuni partvíst stongdur orsakað av einum skógareldi, sum spreiðir seg skjótt.

Ferðafólk og íbúgvar í økinum eru flutt burtur úr økinum, men restin av garðinum er framvegis opin.

Sløkkiliðsfólk stríðast í løtuni við at verja stóru reyðtrøini í garðinum. Sambært Ritzau eru 500 stór reyðtrø í vanda, men enn eru ongar fráboðanir komnar um, at trøini hava fingið skaða – heldur ikki 3.000 ára gamla Grizzly Giant, sum er tað størsta reyðtræið í garðinum.

Stóru reyðtrøini eru millum størstu trøini í heiminum, og hava tey tjúkkan børk, sum ger tey mótstøðufør yvirfyri náttúrueldum, men serfrøðingar siga, at turkurin hevur gjørt trøini meira sárbær yvirfyri eldi. Seinastu seks árini eru túsundatals trø av hesum slagnum farin í seks stórum skógareldum í Kalifornia.

Garðurin hevur eina sprinklaraskipan fyri at halda trøini vát, og vóna sløkkiliðsfólkini, at tað er nóg mikið til at halda eldinum burtur.

Sambært Ritzau verður orsøkin til eldin, sum í gjár hevði brent eitt øki á 6,7 ferkilometrar, enn kannað.

Hitin í økinum fer væntandi uppum 30 stig komandi dagarnar, men vindurin væntast ikki at vaksa í styrki.

USA hevur higartil í ár verið rakt av yvir 35.000 skógareldum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder