2021-08-14 09:14
            
        
        
                
            Ein eldsbruni varð fyrrapartin í gjár fráboðaður í einum bili á Tvøroyri. Hetta var uttanfyri Handilin hjá Karl Øster, og eingin var í bilinum.
Ein sløkkiliðsmaður kom tilvildarliga framvið bilinum áðrenn sløkkiliðið kom á staðið. Hann boðaði frá, at hann longu hevði sløkt eldin.
Tá tey fingu fatur á eigaranum av bilinum greiddi hann frá, at rórið ikki vildi draga, og tað luktaði brent. Hann var tí farin eftir hjálp.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at eldur hevði veirð í toppstykkinum, tí skammlop hevði verið í tendrinsspolanum.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald