Innanlands

Eldur kom í bil í Klaksvík

Eldur kyknaði í einum persónbili á Kjalarvegnum seinnapartin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-04-19 16:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk seinnapartin fráboðan um, at eldur var kyknaður í einum bili á Kjalarvegnum í Klaksvík.

Av løgreglustøðini í Havn verður upplýst, at talan helst er um skammlop, sum er orsøkin til eldsbrunan.

Norðlýsið, sum hevur myndir av bilinum, veit at siga, at sløkkiliðið var skjótt á staðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder