Innanlands

Eldur kom í borðplátu

Útrykningur í Havn seinnapartin í gjár, tá fráboðan kom um eld í sethúsum í Havn. Tíbetur var bara smávegis skaði

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-08 07:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sløkkiliðið var væl mannað við eini sethús í Havn seinnapartin í gjár, tá eldfráboðan kom.

Tað vísti seg, at eldur var komin í eina borðplátu. Vaktleiðarin á politistøðini upplýsir í morgun, tað kom bara smávegis brandskaði á borðplátuna, og húsini fingu eitt sindur av roykskaða.

Sum skilst lá borðplátan inn yvir komfýrin, og av onkrari orsøk varð kókipláta tendrað, sum síðani gjørdi at eldurin kyknaði.

Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder