Tíðliga í gjárkvøldið varð boðað frá nógvum royki í eysturbýnum í høvuðsstaðnum. Hetta var uttanfyri bygningin hjá Posta á Óðinshædd.
Løgregla og sløkkiliðið komu á staðið og sløktu eldin, ið sá út til at koma frá nøkrum dekkum, ið stóðu á økinum hjá Posta.
Vakthavandi á løgreglustøðuni í Tòrshavn váttar fyrrapartin, at eldurin í roynd og veru kom frá einum el-skutara. Hann breiddi seg til ein annan og síðani til tey mongu dekkini, ið stóðu nærhendis.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/08/30/890x590/1661881019ifoghuiv70.png)
Vaktleiðarin sigur, at skutarin tíbetur stóð úti, tí annars kundi tað verði ein stórur skaði.
Eitt stórt arbeiði skuldi til fyri at fáa veruligt tamarhald á støðuni, tí sløkkiliðið noyddist at spræna vatn á motorin alla nátt fyri. Talan var um eitt battarí á stødd við eina mateskju, sigur vaktleiðarin, so ein kundi bert ímynda sær, um slíkur eldur kom í ein bil.
Løgreglan ger nú nærri kanningar fyri at finna orsøkina til, hví eldur kom í. Til ber ikki at siga meira um hetta enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald