Innanlands

Eldur kom í grovkøk

Eldur kyknaði í einum sethúsum í Hoyvík seinnapartin. Eingin mansskaði stóðst av hendingini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-10-09 18:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin varð boðað frá eldi í einum sethúsum í Hoyvík. Fráboðanin kom klokkan 14:42, og sløkkiliðið, politiið og sjúkrabilur vóru send á staðið.

Tað vísti seg, at eldur var komin í ein grovkøk, men tað gekk skjótt at fáa tamarhald á eldinum.

Húsini hava fingið nakað av skaða, men eingi fólk eru komin til skaða, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini fyri útvarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder