Ongin mannskaði hendi, tá fyrsta fyrsta royndin á nýggja rakettútskjótingarpallinum á SaxaVord Spaceport í Hetlandi miseydnaðist í gjárkvøldið. Tað var týska felagið RFA, Rocket Factory Augsburg, sum stóð fyri royndini, sum endaði við, at motorarnir sprongdust, og eldslogin og svartur rókur stóð nógvar metrar upp í loft sum ein ovurstórur kyndil.
Ein talsmaður fyri týsku fyritøkuna segði við ShetNews, at tað var eitt ‘frávik’, sum var orsøkin til, at royndin miseydnaðist.
- Útskjótingarpallurin er tryggjaður, og tamarhald er á støðuni. Vit samstarva nú við SaxaVord Spaceport og myndugleikarnar fyri at fáa fulla greiði á, hvat veruliga hendi. Okkara mál er framvegis at kunna skjóta eina rakett út skjótast møguligt, sigur talsmaðurin, sambært ShetNews.
Umboð fyri rakettstøðina sigur, at tey nú saman við RFA kanna hvørjar orsøkirnar kunnu vera.
Týdningarmest av øllum er tó, at øll trygdartiltøk vóru hildin, og at ongin persónur var til staðar við rakettpallin, tá óhappið hendi, og tí hendi heldur ongin mansskaði. Og talsmaðurin leggur afturat.
- Hetta var jú ein roynd, og slíkar royndir verða gjørdar fyri at fáa til vega vitan til næstu ferð.
Talan var ikki um eina ætlaða rakettútskjóting, men um eina roynd, sum innibar, at allir níggju motorarnir, sum vera á komandi rakettunum, vórðu tendraðir samstundis. Men tíverri miseydnaðist royndin, og motorarnir sprongdust.
Hetta var aðru ferð hendan royndin varð gjørd. Fyrra ferðin var fyri trimum mánaðum síðani, tá motorarnir vórðu tendraðir og gingu í átta sekund áðrenn teir vórðu sløktir aftur. Tann royndin var søgd at vera væl eydnað.
RFA hevur fyrr upplýst, at fyrsta veruliga útskjótingin eftir ætlan skuldi gerast í september ella fyrst í oktober. Rakettirnar frá SaxaVord rakettstøðini á Unst norðast í Hetlandi eru ætlaðar at skula føra fylgisveinar út í ringrás um jørðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald