
Seinnapartin í gjár varð boðað frá eldi í einum húsum í Havn. Eldurin kyknaði í køkinum í sambandi við matgerð. Undir steiking kom eldur í oljuna, og logarnir festu í feittið, sum sat í roykkápuni oman fyri ovnin.
Eldurin var tó ikki álvarsligur, og løgreglufólkini, sum komu til staðar megnaðu at sløkkja eldin, áðrenn sløkkiliðið náddi fram at gera nærri kanningar av tilburðinum.
Í gjárkvøldið um hálvgun níggjutíðina varð eisini boðað frá stórum báli uttan fyri bøgarðarnar í einum øki í Vágadali oman fyri Sandavág.
Tað hevur helst verið ungdómur á knallert, sum hevur verið á staðnum, og fest í okkurt burturkast hjá bóndanum, sum kortini skuldi brennast, Málið er ikki nærri kannað enn, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald