2025-02-09 09:12
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Um sjey tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í einum bili á Signabø.
Eingin var í bilinum tá eldurin kyknaði, og bilurin stóð tíbetur ikki so nær við nakað hús ella nakran annan bil, at vandi var á ferð.
Hildið verður, at tekniskur feilur var í tendringini, og tí kom eldur í, men eldsbrunin verður kannaður nærri og í vikuni, sum kemur fæst helst at vita, hvør feilurin var.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald