Innanlands

Eldur kyknaði í ruskspann

Í gjárkvøldið varð boðað frá eldi í Fuglafirði, men talan var ikki um stóran skaða, upplýsir løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-09-11 10:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan tíggju í gjárkvøldið varð boðað frá eldi í Fuglafirði.

Talan var um ein eld, sum varð kyknaður í einari ruskspann, sum stóð upp ímóti einum húsum í bygdini.

Sløkkiliðið varð boðsent, og fingu tey skjótt tamarhald á støðuna, og varð eldurin sløktur, áðrenn húsini fingu skaða, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Málið verður nú kannað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder