2020-12-20 22:40

Um hálvgun tíggju tíðina í kvøld fekk løgreglan eina fráboðan um at eldur var kyknaður í ein glastrevjabáti, sum stóð uttanfyri eitt neyst í Kollafirði.
Sløkkiliðið varð sent á staðið, men tað tók eini trý korter at sløkkja eldin. Tað er nógv sum brennur væl á einum slíkum báti, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í kvøld. Hann sigur, at báturin er illa farin.
Talan er um ein bát av slagnum Targa 32, sum stóð uttanfyri eitt neyst uttarliga á Langasandi í Kollafirði.
Enn er ikki greitt um neystini nærhendis hava fingið skaða, og tá báturin er kølnaður fer løgreglan at kanna orsøkina til eldin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald