Uttanlands

Eldurin nærkast avstralska høvuðsstaðnum

Fyri fyrstu ferð síðan 2003 er undantaksstøða lýst í Canberra

Eldurin nærkast Canberra (Mynd: EPA)

Eldurin nærkast Canberra (Mynd: EPA)

2020-02-01 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð lýst undantaksstøða í avstralska høvuðsstaðnum, Canberra fyri fyrstu ferð í 16 ár.

Orsøkin er, at tveir stórir skógareldar nærkast býnum.

Hitin, sum í dag liggur á 41 stig, og hvassi vindurin, hevur við sær, at støðan er versnað sunnan fyri høvuðsstaðin, og kann tað gerast eitt hart vikuskifti hjá fólki í økinum.

Í gjár varð lýst undantaksstøða í Canberra, og hon væntast at vera galdandi alt vikuskiftið. Síðst undantaksstøða varð lýst í høvuðsstaðarøkinum var í 2003, tá ein eldur oyðilegði gott 500 heim og kravdi fýra mannalív.

Umleið 60 skógareldar herja enn í statinum New South Wales, sum liggur nær við høvuðsstaðarøkið. Mann hevur tó fingið tamarhald á tveimum triðingum av eldunum.

Ein av eldunum, sum nærkast Canberra, herjar í Bredbo í New South Wales, sum er á markinum til høvuðsstaðarøkið, og myndugleikarnir hava ávarað fólkið í økinum.

– Um ein er staddur í økinum, er tað ov seint at rýma haðani, ljóðar ávaringin frá sløkkiliðnum.

Sambært Ritzau, hava skógareldarnir, sum hava herjað í Avstralia seinastu mánaðirnir, kravt 33 mannalív, og mett verður, at eisini gott ein mia. djór hava latið lív í eldinum síðan september. Eisini eru fleiri túsund heim oyðiløgd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder