Innanlands

Eldurin við Ljósá ikki ásettur

Bíðað verður eftir endaligu frágreiðingini, men eldurin var ikki ásettur, sigur løgreglan

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-08-18 22:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Einki bendir á, at eldurin í vinnubygningi við Ljósá tann 9. august varð ásettur, sigur Heri Andreassen, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, við Kringvarp Føroya í dag.

Serfrøðingar frá brunateknisku deild hjá politinum í Danmark hava verið í Føroyum og kannað stóra eldin, sum varð fráboðaður um hálvgun seks tíðina hendan dagin.

Ikki fyrr enn um hálvgun ellivu tíðina var tamarhald á støðuni.

Staðfest er, hvar eldurin kyknaði, men eldurin hevur verið so ógvusligur, at øll spor, sum kunnu benda á orsøk til eldin, eru oyðiløgd, upplýsir løgreglan fyri kvf.fo.

Bygningurin fór illa, og umleið helvtin av honum er brendur. Klædningurin á grannahúsunum fekk skaða eins og ein bilur sum stóð nærhendis eisini fekk skaða av nógva hitanum.

Sí myndarøð: Myndir: Bygningurin við Ljósá illa farin

Ein persónur var inni í bygninginum, tá eldurin kyknaði, men slapp út í øllum góðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder