Innanlands

Elduvíkarvegurin verður latin upp aftur fyri ferðslu

Eitt omanlop á Elduvíkarvegnum leygardagin hevur havt við sær stórt umvælingararbeiði seinastu dagarnar. Nú letur vegurin upp aftur. Enn er arbeiði tó ikki heilt liðugt

Elduvíkarvegurin sunnudagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Elduvíkarvegurin sunnudagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-03-04 10:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur gingið væl at rudda Elduvíkarvegin seinastu vikuna, og í morgin verður latið upp aftur fyri ferðslu. 

Ferðslan er sloppin ígjøgnum ymisk tíðarskeið á degnum, men um vikuskiftið verður vegurin latin upp aftur.

Enn er arbeiðið tó ikki heilt liðugt, og tí verður neyðugt at stongja aftur í næstu viku. Nakað av tilfari er eftir at fáa burtur. Har sum tann stóra áin er, má vegurin byggjast nakað upp aftur og eitt rør skal leggjast í, upplýsir Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, fyri útvarpinum.

Væntandi verður komið á mal í næstu viku, sigur hann.

Umvælingararbeiðið hevur verið rættiliga umfatandi, og kostnaðurin er nakrar milliónir krónur.

Tað var leygardagin, at eitt stórt omanlop var á vegnum. Hetta hevði við sær at eini 200 metrar av autoverju var farin.

Sí eisini: Myndir: Stóra omanlopið á Elduvíkarvegnum

Sí eisini: Dronumyndir av Elduvíkarvegnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder