Mentan

Elektronisk konsert í Norðurlandahúsinum

Kl. 14 fara svenska Eva Sidén og danski Christian Rønn at framføra tvey duoverk í Klingruni – Talan er um eina ókeypis konsert í sambandi við Summartónar

2021-08-21 10:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin verður spennandi elektronisk konsert í Norðurlandahúsinum.

Svenska Eva Sidén og danin Christian Rønn framføra tvey duoverk á konsertini. Bæði verkini taka støði í áhuganum tónaskøldini hava fyri elektro-akustiskum tónleiki og improvisatoriskum spælihátti.

Í verkinum “Dreymur” (klaver, transducara hátalarar og PA) arbeiða tey við einari møguligari mennsikjasligari tulking av delfin- og hvalasangi, og í tí elektroakustiska og tranformativa verkinum “Inside” (klaver, resonerandi lutir og PA) hava tey bæði nýtt ljóðitlfar frá orglinum og flyglinum í konsertsalinum “Studio Acusticum” upptiknar undir einum listafólkaupphaldi í Piteå í Svøríki.

Konsertin er í Klingruni í Norðurlandahúsinum klokkan 14, og tekur uml. 50 minuttir. Talan er um eina ókeypis konsert í sambandi við Summartónar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder