Mentan

Eli Smith í Galerie Focus

Fríggjadagin 12. apríl letur ein framsýning við verkum hjá Eli Smith upp í Galerie Focus í Havn

2019-04-09 20:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 12. apríl letur ein framsýning við verkum hjá Eli Smith upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Framsýningin er opin til 25. apríl.

Dreingjakórið undir Brúnni syngur undir ferniseringini fríggjadagin 12. apríl.

Eli Smith (1955) hevur í fleiri ár nýtt grót, sum hann knúsar við mortara, eisini sand í øllum litbrigdum av gráum og nýtur litevnið til máling. Eli hevur lagt oljumálningin á hillina; skitsur og vatnlitir nýtir hann tó við síðuna av. Hann hevur roynt seg innan mangar myndlistaligar greinar, eitt nú eisini innan mosaikk.

Eli stendur ikki í stað, hann flytur seg listaliga, hann er altíð á ferð í huganum og í veruleikanum. Hann er nógv úti í føroysku náttúruni, sum hann endurgevur í atelierinum, tað verður til eina mynd í huga - hugmynd. Bæði í náttúruni í Føroyum og á sínum ferðum í útheim fær hann grót, sand, kol, marmor og annað tilfar sum hann nýtir til at gera stoffliga máling av.

Eli er sera hugtikin av øllum tilfeinginum í Guds vøkru náttúru, og møguleikanum at skapa eina mynd úr tilfari í náttúruni. Tað eru onnur listafólk, sum hava blandað sand í málingina, til dømis, spaniólin Antonio Tápies (1923-2012), hann er helst tann best kendi. Við at koyra sand í málingina, fær málningurin eina undurvakra taktila yvirflatu, tað vil siga at yvirflatan kann følast.

Tilfarið, sum Eli brúkar, er í seinastuni eisini aðrastaðni frá enn úr Føroyum. Eitt nú knúst marmor úr: Italia og Umanaq, knústur feittsteinur frá Nuuk leiðini og knúst jaspis. Eisini brúkar hann kol úr Hvalba, jákupsskeljar av Oyri og sand úr Søltuvík.

Myndevnið er føroyska landslagið - hagin, ofta ein fuglur (spógvin), onkuntíð eitt menniskja, áin og kanska laksur. Eli tekur bókstavliga tilfari úr náttúruni við sær inn í atelierið, fyri at geva sína týðing tann rætta litin. Tað er jørðin sum jørð, sum tað ræður um. Men kanska hevur tað eisini ein týdning, sum Guds skapanarverk - ein tøkk fyri Guds skapanarverk.

Í fyrstu málningunum hjá Eli eru fleiri litir, millum annað í reyðum og grønum. Fleiri av seinastu málningunum eru ljósir, í hvítum og gráum littónum, sum geva málningunum eitt viðbrekið, vakurt og sera kensluligt úttrykk. Við hesum hevur hann avmarkað seg í litvali og fær tí møguleikan at skapa reinari list, meira einfalda og estetiska.

- Galerie Focus

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder