Mentan

Eli Smith við Havnará

Sýnir fram sínar serligu náttúrulýsingar - grótmyndir

Eli Smith (Mynd: Lucas Frayssinet)

Eli Smith (Mynd: Lucas Frayssinet)

2022-10-27 08:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinnapartin í dag verður fernisering av framsýning hjá Eli Smith í Gallarí Havnará í Havn.

Eli Smith er listamaður føddur í Havn í 1955. Hann flytir seg fram í síni leitandi tilgongd til listina. Hetta gevur eina støðuga menning, bæði innan tilfar og útrykk.

Seinastu 20 árini hevur Eli beinleiðis brúkt náttúruna sum sína palett. Hann málar fyri ein part við ymsum mjølvaðum náttúrutilfari. Hetta kallar hann grótmálningar, og á framsýningini í Gallarí Havnará eru tað júst grótmálingar, sum vera at síggja.

Myndaevnið er, listamanninum so líkt, náttúruhugmyndir. Skapanarverkið fyllir nógv í listini hjá Eli, og myndaevnini eru sum heild ekspressionistisk landsløg.

Framsýningin er opin millum klokkan 16 og 18 fram til 2. november.

Tá framsýningin letur upp framføra Kristina á Váli (cello) og Ingmar Berg Mikkelsen (keyboard) tvey løg.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder