![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað var ein dag í apríl, at unga tónaskaldið Eli Tausen á Lava frætti um altjóða
tónleikakappingina “New Classics – Organ Taurida” og avgjørdi at senda eitt egið verk inn.
Nú er greitt, at Eli er ein av tíggju finalistum úr øllum Evropa, sum fer at kappast um fyrsta pláss í Moskvakonservatoriinum 6. september klokkan 17:00.
Kappingin í russiska høvuðsstaðnum snýr seg um at skriva tónleik fyri orgul og er fyri tónaskøld ímillum 14 og 35 ár.
Verkið, sum Eli Tausen á Lava gjørdi av at senda inn, eitur “Reyði Tráðurin” og, er eitt verk hann skrivaði í samband við svenska tónleikafestivalin Lund Contemporary.
Til ber at fylgja við kappingini her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald