Í dag hevur Eli Tausen á Lava útgivið seinasta lagið í EPini ‘Book of Lies’. Lagið eitur “Love Alway Yieldeth, Love Alway Hardeneth” og er endin á søguni, sum hevur útfoldað seg teir seinastu mánaðirnar. EPin er skrivað við íblástri úr verkinum ‘The Book of Lies’ eftir Aleister Crowley.
Í fyrsta lagnum, “Book of Lies”, hitta vit ein okkultist í einum myrkum kjallara, sum ákallar eina veru úr einum øðrum heimi.
Í næsta lagnum, “Hide Me (Son of Man)”, innsær hann, at gjørd gerð fær onga vend, og at tað hann byrjaði nú skal fullførast.
Í triðja lagnum, “Waratah Blossoms”, endar hann í einum løgnum heimi, har alt sær út til at vera sum tað var, men einki er sum tað sýnist — ljósið er øðrvísi og alt tykist at vera ósjónliga sambundið.
Í fjórða lagnum, “N.O.X.”, ger okkultisturin av, at hann má venda aftur til tann vanliga heimin. Hann stillir sítt sinn og savnar alla sína viljastyrki. Síðani gevur hann alt, hann hevur í sær, í einari roynd at venda aftur.
Í hesum fimta og seinasta lagnum, “Love Alway Yieldeth, Love Alway Hardeneth”, opnar hann eyguni og sær frammanfyri sær tann sama kjallaran, sum hann byrjaði í.
Hann er einsamallur, og eftir øllum at døma er alt sum tað var. Men eitt er broytt: Hann sær við nýggjum eygum. Heimurin, sum fyrr var deyður, er nú livandi. Og okkultisturin veit júst hvat hansara stað í universinum er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald