Hesa vikuna hevur 40. Ársfundur Útnorðurráðsins verið, sum Føroyar hava verið vertir fyri. Sum siðvenja er, verða barna- og ungdómsbókmentavirðislønir Útnorðurráðsins latnar annaðhvørt ár, og fær vinnarin 60.000 kr. Seinast var í 2022, tá ið Dánial Hoydal og Annika Øyrabø fingu virðislønina fyri barnabókina, Abbi og eg.
Londini í útnorði, Føroyar, Ísland og Grønland, hava hvør í sínum lagi skotið eina bók upp frá teirra ávísa landi til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins. Aftur hesuferð fóru Føroyar avstað við sigrinum, og var tað við bókini hjá Elini á Rógvi, Flytifuglar.
Flytifuglar er ein spennandi krimi til børn og ung. Í bókini fylgja vit 11 ára gomlu Mai, sum er flutt úr Teilandi til Vestmanna. Mai roynir at finna seg til rættis í nýggju tilveruni í Føroyum, men hon verður møtt við fleiri avbjóðingum, ið kunnu gera seg galdandi, tá ið tvær ymiskar mentanir hittast.
Bráddliga hvørvur eitt barn, og Mai og vinkona hennara, Emma, seta sær fyri at rannsaka málið sjálvar. Gjøgnum søguna verður stríðið hjá Mai fyri at finna sín samleika og at kenna seg heima í einum fremmandum heimi, lýst.
Elin á Rógvi er ættað úr Havn. Hon er kend sum eitt nú barnabókahøvundur, sangari, skemtari og útvarpsvertur í barnaútvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Hon hevur skrivað tveir útvarps-jólakalendarar: Eg sá ein eingil, sum varð sendur í 2010, og Nivinaja, sum varð sendur í 2014.
Í 2014 fekk hon Barnabókmentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs, og í 2015 varð hon tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentaviðursløn Norðurlandaráðsins fyri bókina Og mamma.
Umframt Elina á Rógvu, Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø hava Bárður Oskarsson (2018 og 2006) og Rakel Helmsdal (2016) vunnið barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald