Mentan

Elin Brimheim Heinesen í Kolshøll

Klokkan 16 fer Elin Brimheim Henesen við bólki at hava ókeypis konsert í Kolshøll á Eiði

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-09-08 10:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin fer Elin Brimheim Heinesen við bólki at hava ókeypis konsert í Kolshøll á Eiði, boðar Eiðis kommuna frá.

Elin hevur síðan 1970ini verið kend sum tónaskald og sangari. Hon er solistur, men hevur spælt saman við fleiri øðrum. Samstarvið við Kára Jacobsen man vera tað kendasta. Tónleikur hennara er væl umtóktur, og sangir hjá henni verða roknaðir sum klassikarar í Føroyum.

Konsertin, sum er partur av Summartónum, verður klokkan 16.

Við sær hevur Elin tríggjar dugnaligar tónleikarar: Eyðun Mohr Hansen á gittara, Edvard Nyholm Debess á bass og Rógva á Rógvi á trummum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder