2026-08-28 19:50
Elin hevur verið ein týðandi rødd í føroyskum tónleiki síðan sjeytiárini. Sangir hennara eru vorðnir føroyskir klassikarar, og á konsertini fer hon at framføra bæði kend løg og tónleik úr sínum ríka sangskatti.
Konsertin er partur av Summartónum og byrjar klokkan 21. Dyrnar lata upp klokkan 20.30, skrivar Listastovan í tíðindaskrivi.
Bólkurin, sum Elin hevur við sær, er:
- Eyðun Mohr Hansen – gittar
- Edvard Nyholm Debess – bass
- Rógvi á Rógvu – trummur
- Inga L. Simonsen – ljómborð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald