Fríggjakvøldið 31. mai kl. 21 fer Elin Brimheim Heinesen Trio at hava konsert í Spaniastovu.
Á skránni verða løg, sum Elin Brimheim Heinesen hevur skrivað. Tað verða løg av fløguni "Handan stjørnurnar" sum hon gav út juli 2018, og onnur løg hjá Elini.
Ert tú til melodiskan, akustiskan easy listening tónleik, ið ber brá av eitt sindur av hvørjum, so er hendan konsertin júst nakað fyri teg!
Elin Brimheim Heinesen trio er mannað við tónleikarum, sum spæla fjølbroyttum tónleik: Alt frá fólkatónleiki, jazzi, poppi, blues og country.
Tað verða frálíki bassleikarin Arnold Ludvig og gittarúrmælingurin Rúni Eysturlíð, sum spæla saman við Elini Brimheim Heinesen í hugnaligu Spaniastovu.
- Spaniastova
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald