Mentan

Elin Michelsen skrivað fantasy ungdómsbók

Talan er um fyrstu skaldsøguna hjá Elini og tann fyrsta í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til.

48-ára gamla Elin Michelsen úr Havn er útbúgvin innan samskifti. Fyrsta bókaútgáva hennara er ein ungdómsskaldsøga av slagnum sveim (Mynd: Bókadeild Føroya Lærarafelagsins)

48-ára gamla Elin Michelsen úr Havn er útbúgvin innan samskifti. Fyrsta bókaútgáva hennara er ein ungdómsskaldsøga av slagnum sveim (Mynd: Bókadeild Føroya Lærarafelagsins)

2021-11-03 09:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ellin Michelsen gevur í vikuni sína fyrstu skaldsøgu út. Talan er um eina bók til ung, og tekstaslagið er fantasy - sveim.

Rimarúmið er fyrsta bókin í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til.

Elin Michelsen er fødd í 1973 í Havn og býr í Hoyvík. Hon er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Sum fastur gestur á bókasavninum undir uppvøkstrinum gjørdust hillarnar, har ævintýrligu verurnar hildu til, hennara fyrsta val, og hava verið tað líka síðan, skrivar Bókadeild Føroya Lærarafelags í sínari lýsing av rithøvundanum, sum fer at greiða nærri frá skaldsøguni á Bókadøgum, tá ið Oddfríður Marni Rasmussen hevur samrøðu við hana um bókina. Tað er Bókadeildin, sum gevur bókina út.

[object Object]

Brellbiti

"Tóra steðgar, leggur pannuna móti rimunum og starir inn í hvíta meldurin, meðan hon heldur í rimunum við báðum hondum. — Vís mær, teskar hon út í hvítu kvirruna. Hon skilir ikki heilt, hvat hon sær, tí har er eingin litur at síggja í rimarúminum. Eingin litur til hennara. Og tó. Stormurin inni í rimarúminum tætnar. Flykrurnar flúgva tættari og tættari saman, til tær at enda fáa skap. Tóra veit, at hon hevur gjørt okkurt galið, men hon minnist ikki, hvat tað er. Hon endar í einum skúla, hon aldrin hevur hoyrt um, saman við fólkum, hon aldrin hevur sæð fyrr. Og tey duga ymiskt. Ymiskt, sum ikki eigur at vera gjørligt; sum eingin eigur at duga. Hon kann ikki vera ein teirra — kann hon?"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder