Gekkurin minkar støðugt. Í kvøld fóru 800.000 krónur av, tá Elin og Óli Hans Olsen úr Syðrugøtu komu ígjøgnum við fullari plátu, og endaðu á bláa leypinum.
Tað var Óli Hans, sum ringdi fyri konuna. Tey valdu at deila upphæddina í trý fyri at økja møguleikarnar at vinna.
Í fyrsta snari endaði hann á 15.000 krónur, sum varð faldað við fimm, og harvið gav 75.000 krónur. Hann valdi at fara víðari, og í æðrum snari kom hann á 10.000 krónur, sum varð faldað við trý, altso 30.000 krónur.
Triðju og seinatu ferð eydnaðist tað, og hann kom á bláa leypin. 800.000 krónur til Syðrugøtu.
- Hatta er gott afturat. Nú bleiv tað blátt, eg veit ikki um tað betýðir tað, at KÍ vinnur í morgin, segði Óli Hans, tá verturin í kvøld, Jensina Olsen, spurdi hvussu hetta var at vinna.
Í næstu viku verður Gekkurin spældur hósdag, tí allahalganadagur er fríggjadagin í næsti viku. Gekkurin er tá 1,8 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald