Mentan

Elinborg Pálsdóttir spælir útseldar konsertir í Pólandi

Elinborg hevur verið á síni 3. konsertferð í Pólandi í ár

2018-12-14 07:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder
Elinborg hevur verið á síni 3. konsertferð í Pólandi í ár, har hon hevur spælt og skap tónleik. 200 fólk møttu upp til síðstu konsertina í Pólandið á hesum sinnið, og Elinborg sigur sjálv, at tað hevði hon ikki vantað.
 
- Konsertsalurin var stórur, og eg var eitt sindur nervøs um, at so nógv fólk passaðu inn. Tað var ikki fyrr enn eg kom á pallin, at eg sá hvussu nógv fólk faktist vóru komin at hoyra mín tónleik. Eftir konsertina fekk eg so at vita, at har vóru heili 200 fólk. Eg eri sera takksom og glað fyri at so nógv fólk møttu upp, og gleði meg at fara aftur til Póland í mars 2019, segði Elinborg.

Elinborg fer á sína 4 konsertferð í Pólandið í Mars 2019, har hon spælur 8 konsertir, í 8 ymiskum byum. Við sær hevur hon Jógvan Joensen, sum spælur guitar og syngur kór saman við henni. Hon hevur uttan iva eitt spennandi ár fyri framman.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder