
Bretska Elizabeth II drotning verður ikki til staðar til siðbundna setanarfundin í bretska tjóðartinginum í dag.
Drotningin hevur ávísar trupulleikar við at flyta seg í løtum, boðaði kongshúsið, Buckingham Palace, frá í gjár.
- Í samráð við læknar sínar er avgjørt, at hon ikki verður við til setanina av tjóðartinginum í ár, verður sagt í kongaligari fráboðan.
Í staðin verður tað elsti sonur hennara, Charles prinsur, sum vegna mammu sína fer at halda røðuna til setanina.
Elsta ommubarnið, William prinsur, verður eftir ætlan eisini til staðar á setanarfundinum í tjóðartinginum.
Sum ríkisyvirhøvur er drotningin vanliga ein partur av hátíðarhaldinum, tá bretska tjóðartingið verður sett.
Tað er bert hent tvær ferðir fyrr, at drotningin hevur givið avboð. Tað var í 1959 og 1963, tá hon var við barn, fyrst við Andrew prinsi og fýra ár seinni við Edward prinsi.
Eftir at drotningin var innløgd í eina nátt á sjúkrahúsi í oktober í fjør, hevur hon ikki verið nógv at sæð alment.
Tað verður ikki greitt nærri frá í fráboðanini frá Buckingham Palace, hvat tað er, ið feilar drotningini. Men ein navnleys kelda í hóvinum sigur, at tað snýr seg um líknandi trupulleikar, sum hon hevði í fjør.
96 ára gamla drotningin hevur frá læknum sínum fingið boð um at hvíla seg, og hon hevur tí avlýst fleiri tiltøk, síðan hon var innløgd í oktober í fjør.
Seinast hon var at síggja alment var í apríl, tá hon var til minningarhaldið fyri mann sín, Philip prins, ið doyði í fjør.
Drotningin hevur fyrr gramt seg um, at hon hevur trupult við at arbeiða og at standa uppi.
Í februar fekk hon koronasmittuna, men hevði bert veik sjúkutekin.
Í Stórabretlandi gera tey seg til reiðar at hátíðarhalda 70 ára dagin hjá Elizabeth sum drotning. Hátíðarhaldið verður eftir ætlan fýra dagar í juni mánaði, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald