Camilla Parker Bowles, hertogafrúa av Cornwall, kona Charles prins, skal verða drotning, tá maður hennara yvirtekur bretsku trónuna.
Tað sigur bretska Elizabeth drotning sambært bretskum miðlum.
Í fleiri ár hevur verið ógreitt, hvønn leiklut og hvat heiti Camilla Parker Bowles fer at fáa í framtíðini, men drotningin sigur tað vera hennara ynski, at verdóttir hennara fer at fáa heitið drotning.
Hóast Camilla er gift prinsinum av Wales, hevur hon ikki brúkt heitið prinsessa av Wales, hóast hon hevur rætt til hetta. Tað er fyri at vísa virðing fyri fyrrverandi konu Charles, Dianu, sálu, sum enn verður sett í samband við heitið.
Í dag kann 95 ára gamla Elizabeth II hátíðarhalda, at hon hevur sitið 70 ár á bretsku trónuni. Tað var 6. februar í 1952, at hon sum 25 ára gomul gjørdist drotning, eftir at pápi hennara, George VI, doyði.
Við sínum mongu árum á trónuni hevur bretska drotningin eisini sett fleiri met. Eingin annar hevur sitið longri á bretsku trónuni enn hon, og eingin bretskur kongur ella drotning hevur livað so leingi sum hon. Heldur ikki hevur nøkur onnur kvinna í søguni sitið sum ríkisyvirhøvur longri enn hon.
Tað er í sambandi við 70 ára degnum, at drotningin ger greitt, at Camilla skal verða drotning eftir henni.
– Tá sonur mín Charles ein dagin verður kongur, veit eg, at tit fara at geva honum og konu hansara, Camilla, sama stuðul, sum tit hava givið mær, segði hon í fráboðan í gjár.
Camilla Parker Bowles, hertogafrúa av Cornwall (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald