Mentan

Ella Langley náddi Billboard-metinum

Sangurin Choosin’ Texas hevur nú ligið ovast á Billboard-listanum í 19 vikur.

Ella Langley hevur tikið fleiri met í ár (Mynd: Admedia/SIPA/Ritzau Scanpix)

Ella Langley hevur tikið fleiri met í ár (Mynd: Admedia/SIPA/Ritzau Scanpix)

2026-08-26 19:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sangurin “Choosin’ Texas” við amerikansku countrysangarinnuni, Ella Langley, liggur nú ovast á Billboard Hot 100 á 19. viku út í eitt. Harvið hevur hon nátt metinum fyri longst tíð á evsta plássi á hittlistanum, tá jólasangir ikki eru tiknir við, skrivar Billboard.

Sangurin hevur nú metið saman við sanginum “A Bar Song (Tipsy)” hjá Shaboozey og “Old Town Road” við Lil Nas X og Billy Ray Cyrus frá 2019, sum eisini lógu á fyrsta plássi í 19 vikur.

Tann einasti sangurin, sum hevur ligið longur á fyrsta plássi er “All I want for Christmas is You” við Mariah Carey. Jólahittið frá 1994 hevur ligið á fyrsta plássi í 22 vikur tilsamans, tó bara í sambandi við jólahátíðina frá 2019 og 2026.

„Choosin’ Texas” tók fyrstaplássið fyrstu ferð í februar í ár, og hevur sambært Billboard sett fleiri met síðani. Í undanfarnu viku hevði sangurin 24,3 millliónir almennar streymingar og náddi út til 55,7 milliónir útvarpslurtarar í USA.

Countrytónleikur ger um seg á Billboard Hot 100 í hesum tíðum. Fýra teir ovastu sangirnir eru við countrysangarum. Beint eftir Langley liggur “Boston” hjá Stella Lefty, meðan Taylor Swift er nr. 3 við “I knew it, knew You, meðan “Been by Now” við Morgan Wallen liggur á fjórða plássi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder